Jólasølan

19-10-2024

Jólasølan

                                              Jólasølan

Verður í hølunum hjá Dansifrøðið 9 og 10 Novembur, limir sum hava goldið limagjald fyri 2024 kunnu tegna seg hjá Mikalu á tlf 225937 fram til 1 Novembur.

Borðini kosta 250 kr umframt 10% av søluni.

 

Handilsreglar og vaktarbýtið

30-03-2024

Handilsreglar og vaktarbýtið

 

Føroya Heimavirkisfelag                                                                              mars 2024                                                                                                                                                                   

J.Patursonargøta 24

100 Tórshavn

Tlf: 522686

 

                                                      Handilsreglar og vaktarbýti

 

                                    Handilin hjá Føroya Heimavirkisfelag

 Hettar skriv er ætla teimun limun, sum selja í handlinum. Upplýsingarnir, íð her standa, verða givnir tygum í trúnaði og eru Bert  ætlaðir teimum, sum selja her.

 

Handilin í Niels Finsensgøtu 7 opnaði 1 desembur 2012. Hølini hevur felagið leiga frá Tórshavnar Komunu og við leigumálinum fylgja treytir.

Fyri at vit kunnu verða verandi í hølunum, skulu vit hava opið eins og aðrir handlar í miðbýnum.

Mánadag-fríggjadag frá kl 10-17:30 og leygardag frá kl 10-14. Upplatingartíðirnar fyri desembur eru annarleiðis og fáa vit tær sendandi frá kunningarstovuni árliga og skulu tær fylgjast.      Stutt sagt dragar tað seg um, at upplatingartíðirnar eru longdar í desembur.

 

Vaktarbýti

  • Vanligar dagar er fyrra vaktin frá 10-14 og seinna vaktin frá 10-18. Handilin steingir kl 17:30, men seinna vaktin er sett til at verða til kl 18, hettar vegna tær uppgávur, sum skulu gerast eftir, at handilin er stongdur.
  • Leygardag er opið frá 10-14
  • Annað vaktarskema verður fyri dagarnar fram til jóla.

Uppgávubýtið

Tann sum letur upp:

  • Heintar lykilin í Snarskivuni, mánamorgun heintar man 2 lyklar.
  • Tann sum møtir leygarmorgun má heinta lykilin í handlinum fríggjadag.
  • Koyrur markisuna út um tað regnar, og stillar ginur og húgvir útum.
  • Vit hanga ikki nakað uppá markisuna

Tann sum læsir:

  • Telir kassan upp (2000 kr eiga at verða eftir í kassanum til morgunin eftur
  • Koyrir kontant søluna í ein svartan banka pung frá Betir banka og skrivar upphæddina á eitt inngjaldsskjal. Minnist til at skriva myntir, har teir eiga at standa og seðlar har teir eiga at standa. Minnist eisini til at skriva dagfesting á, og undirskrift. Vit behalda tað aftasta eintakið, restin verður koyrd í tann klára lumman á punginum. Taskan verður síðani koyrd i døgnboksina í bankanum. Stemmar kassin ikki, skal seðil skrivast við neyðugu upplýsingunum stílaður til peningarøkilin.
  • Terminalurin verður avlisin. Vegleiðing er at finna í handilshølunum.
  • Minnist til at koyra markisuna inn, læsa báar huðrarnar, og sløkkja alt ljósið uttan tað sum skínur niður í vindeyga.
  • Lykilin verður koyrdur í snarskivuna, í sprekkuna við huðrina, ikki í post kassan.

Sølumannagond

  • Søluskjal verður brúkt til at dokumentera søluna daglia. Sølufólki skrivar seg á skjali við navn og limanr og setur dagfesting á. Síðani verður hvør einkult søla registrerað, so hvørt selt verður við limanr, heiti, prísi (kontant/kort). Seðilin frá vøruni verður koyrdur í ein brævbjálvað merktur við galdandi dagfesting.
  • Man kann ikki yvirtrekkja við korti, tá goldið verður við korti, er tað uppá beløbið, vit geva ikki pengar út.
  • Minnist til at eftirhyggja kvittinanina frá terminalinum, so tit vita um gjaldið er góðkent.
  • Um kundi ynskir at bíta vøru um, ella koma aftur við vøru, skal kvittan fyriliggja. Vit taka ikki vøru aftur, um meira enn ein vika er farin síðani vøran var keypt.

Sølugjald

  • Fyri bert at gjalda 10%, skal man minimum taka 2 vaktir uppá 4 tímar pr mða.    Tá allar vaktirnar eru dekkaðar í verðandi mána, kan man stilla seg saman við einum, so tað sostat eru 2 limir til somu vakt, um báir limir vilja tað.  
  •   Hettar verður gjørt, fyri at geva so nógvum limun sum til berð, møguleika at koma niður á 10 %, og kann verða ein fyrimunur summarmánarnar, tað verður tó ikki góðtykið at fleiri enn 2 limir standa hvørja vakt.
  • Tekur man eina vakt um mánan skal man gjalda 17%
  • Tey sum ikki taka vaktir í handlinum gjalda 27,5 %

Nýggjir limir

  • Kunnu einans tegna seg við at ringja til Eyðnu á tlf 210090 millum kl 19-21 yrkadagar
  • Tá tey hava fyngið limanummar, skulu tey fylla út eitt skjal, sum liggur í handlinum, við limanr, kontonr adressu og telefonnr og um tey fara at standa í handlinum.
Ùtferð 2024

25-5-2024

Útferð 2024

                                        Útferð 2024

 

Aftur í ár fara  vit á eina útferð, hesaferð til Vágarnar.

Tit kunnu tegna tykkum frá 1 maj til 25 maj hjá Mikalu, ella niðrið í handlinum,

Úterðin kostar 100 kr pr lim, tit kunnu flyta pengarnar til konto 9181-1432186 og viðmerkja úferð og limanr, ella gjalda í handlinum.

Vónandi hava nógv av tykkum hug at verða við.

vinaliga

Nevndin

 

 

 

Jólasølan 2023

14-11-2023

jólasølan 2023

                               Jólasølan 2023

 

Nú er fulltegna til jólasøluna hjá felagnum. Nærri kunning um ymiskt viðvíkjandi jólasøluni kemur seinni.

Borðið kostar 200,00 kr, íð skal flytast á konto 9181-4936304

viðmerkið endiliga limanr, tá tit flyta.

við jólakvøðu.

Nevndin

 

 

 

Jólasølan 2023

17-10-2023

jólasølan 2023

                               Jólasølan 2023

 

Jólasølan í ár verður 2 og 3 desembur, í hugnaligu kantinuni á skúlaheiminum við Marknagilsvegin.

Har verður pláss fyri uml 40 borðum.

Har verður bert tann terminalurin sum nevndin tekur við.

Limir kunnu tegna seg frá 1 novembur til 25 novembur.

Meira kunning kemur seinni.

vh

Nevndin

 

 

 

Útferð 2023

03-06-2023

Útferð 2023

                               Túrur hjá Føroya Heimavirkisfelag til Nólsoyar, 3. juni 2023

 

Kl 12.30    Ternan siglir av Havnini

Kl 12.55-14.00 Døguri í avhaldshúsinum

Kl 14.00-14.45 vitja Nólsoyar heimavirkið

Kl 14.50-15.00 vitja húsini "við Brunn" Egon Hansen greiðir frá

Kl 15.45-16.20 vitja Nólsoyar kirkju, Egon Hansen greiðir frá

Kl 16.30-17.00 vitja vevstovuna hjá Sundar og síggja bátin hjá Ova

Kl 17.50-19.10 drekkamuður við køku og breyði

Kl 19.25 siglir Ternan aftur til Havnar

Hettar er fyribilsskrá, broytingar kunnu koma.

 

Tilmelding frá 13.05-27.5 hjá Mikalu, tlf 225937, ringið ella smsað

Kostnaður 100 kr. íð skal flytast á konto 9181-1432186

viðmerki "TÙRUR" og limanummar

 

 

 

Jólasølan  2022

28-08-2022

Jólasølan 2022

                                    Jólasølan Hjá Føroya Heimavirki

 

Stóra árliga jólasølan verður 19 og 20 novembur í hølinum hjá Dansifrøðið,

Leygardagin 19 november kl 10-19  og sunnudagin kl 14-19.

Eitt gott høvið at keypa Jólagávurnar.

Leygardagin kl 16:30 syngur morgunkórið og sunnudagin kl 15:00 syngja Fljóðljóð

Cafein við onkrum góðum er opin og jólamaðurin vitjar.

Hjartaliga Vælkomin

Nevndin

 

 

 

Útferð til Suðuroynna 28 maj 2022

28-5-2022

Útferð 2022

                                    Útferð til Suðuroynna 28 mai 2022

 

Kl 7.00: Smyril fer av Havnini.

Kl. 9.00 - Smyril leggur at á Krambatanga. Bussur heintar tykkum, og farið verður fyrst til Vágs (gingið verður út frá, at tit hava etið morgunmat umborð á Smyrli)

Kl 9:30 - Vitja Ruth Smith savnið, har ið ein limur í nevndini fyri savnið kemur at greiða frá um ævisøguna hjá Ruth, og at vísa tykkum runt.

Kl 10:30 - Vitja Føroya heimavirkisfelag, Nálareyga - fríløta. Um tið er til tað, kann bussurin koyra vestur á Vágseiði.

Kl. 12:00 - Døgurði á matstovuni í Porkeri.

Kl. 13:00 - Farið verður úr Vági til Tvøroyrar. Steðga í Tóbúðini hjá Gitte, sum er í Trongisvági, á vegnum.

Kl. 14:00 - Vitja Gallarí Oyggina, ið er listasavn hjá listamanninum Palla Juelsgart.

Kl. 15:00 - Fríðløta. Handlar í miðbýnum á Tvøroyri hava (væntandi) opið til kl 16:00.

Handlar: Toystovan, Reinfann, Sport 24, El-handilin á Tvøroyri, hjá Angilie, Mangt & Hvat.

Kl. 16:00 - Leiðin gongur til Hvalbiar. Drekkamuður á Café Karin´sa. Síggja Hvalbiareiði og Norðbergseiði.

Kl. 17:45 - Bussurin koyrir úr Hvalba til Krambatanga. Smyril siglir aftur til Havnar kl 18:30.

Tilmelding: Mikala, tlf. 225937, ringji ella smsað.

Tilmeldingarfreist: 20 mai.

Kostnaður: kr 150,00 ið skal flytast á konto hjá Føroya Heimavirkisfelag 9181-1432186. Viðmerkið. Túrur og limanr.

Vinaliga

Nevndin

 

 

 

Aðalfundurin 2024

23-3-2024

Aðalfundur 2024

                                    Aðalfundurin 2024

Aðalfundur 2024

Góðu Limir.

Tann árligi aðalfundurin verður í Kaffihúsinum 23.mars kl 11:00

Okkurt gott verður til matna,

Skrá

1. Val av orðstýrara

2. Formaðurin sigur frá farna árið

3. Grannskáarin leggur ársrokniskapin framm

4. Grannskáarin leggur framm fíggjarætlan fyri komandi ár

5. Val av nevndarlimun og eykalimun

6. Val av granskáara

7. Fastsetan av limagjaldi fyri komandi ár

8. Ymiskt, sum limirnir ynskja at leggja fram

Einans limir sum hava goldið limagjald fyri 2023 áðrenn aðalfundin hava atkvøðurætt

Um limir hava eitthvørt at leggja framm, kunnu teir senda teldupost til craft@craft.fo 1 viku áren aðalfundin.

Vinaliga

Nevndin

 

 

 

Aðalfundurin 2023

18-3-2023

Aðalfundur 2023

                                    Aðalfundurin 2023

Aðalfundur 2023

Góðu Limir.

Tann árligi aðalfundurin verður í Kaffihúsinum 18.mars kl 11:00

Okkurt gott verður til matna,

Skrá

1. Val av orðstýrara

2. Formaðurin sigur frá farna árið

3. Grannskáarin leggur ársrokniskapin framm

4. Grannskáarin leggur framm fíggjarætlan fyri komandi ár

5. Val av nevndarlimun og eykalimun

6. Val av granskáara

7. Fastsetan av limagjaldi fyri komandi ár

8. Ymiskt, sum limirnir ynskja at leggja fram

Einans limir sum hava goldið limagjald fyri 2022 áðrenn aðalfundin hava atkvøðurætt

Um limir hava eitthvørt at leggja framm, kunnu teir senda teldupost til craft@craft.fo 1 viku áren aðalfundin.

Vinaliga

Nevndin

 

 

 

Aðalfundurin 2022

19-3-2022

Aðalfundur 2022

                                    Aðalfundurin 2022

Aðalfundur 2022

Góðu Limir.

Tann árligi aðalfundurin verður í Kaffihúsinum 19.mars kl 11:00

Okkurt gott verður til matna,

Skrá

1. Val av orðstýrara

2. Formaðurin sigur frá farna árið

3. Grannskáarin leggur ársrokniskapin framm

4. Grannskáarin leggur framm fíggjarætlan fyri komandi ár

5. Val av nevndarlimun og eykalimun

6. Val av granskáara

7. Fastsetan av limagjaldi fyri komandi ár

8. Ymiskt, sum limirnir ynskja at leggja fram

Millum annað máa vit tosa um jólasøluna

Einans limir sum hava goldið limagjald fyri 2021 áðrenn aðalfundin hava atkvøðurætt

Um limir hava eitthvørt at leggja framm, kunnu teir senda teldupost til craft@craft.fo 1 viku áren aðalfundin.

Vinaliga

Nevndin

 

 

 

Jólasølan 2021

27-11-2021

Jólasølan 2021

                                    Jólasølan í Høllini á hálsi 2021

Nú verður hon aftur, tann árliga jólasølan hjá limunum í Føroya Heimavirkisfelag, og hesaferð verður hon sum vanligt, við café og øllum góðum.

Limirnir kunnu tegna seg hjá Mikalu á tlf 225937 fram til 20 Novembur

Jólasølan verður vikuskifti 27 og 28 novembur í Hølini á Hálsi, tit sleppa til at pinta borðini millum kl 20 og 22 fríggjadagin, og leygarmorgunin frá kl 9.

Sølan letur upp kl 10 leygarmorgunin.

Øll sølufólk skulu vísa koronapass ella 48 tímar negativan test við dyrnar.

Jólamaðurin ferð at ganga runt við góðgæti, morgunkóri syngur jólasangir kl 17 leygardagin og jens Marni syngur jólasangir kl 15 sunnudag.

Cafe verður eisini, men tekur bert kontantar pengar.

Minnist til, at einans er loyvt limun at selja sína  egnu heimavirkaðu vøru, sostat er ikki loyv at selja fyri systur,mammu,vinkonu ella sín egna mann.

Vit gleða okkum

vinaliga

Nevndin

 

 

Útferð 2021

5-6-2021

Útferð 2021

                                    Útferð verður til Eysturoynna leygardagin 5 juni.

Skráðin sær soleiðis út:

Kl 9:00                     Fráferð úr Havn - av farðstøðini

Kl 9:20 -10:30         Snældan á Strondum - býtt í tveir bólkar

Kl 10:45-12:00         Kanónirnar og gamla kirkjan á Nesi. Kaffi og køku

Kl 12:25-13:30         Handlarnir í Fuglafirði, Noástova, Fjord, Piddasahandil,Vørðslan og Kato

Kl 13:30                    Kalt og heitt borð á Muntra.

Kl 14:30-15:50         Ribarhús og Piddasahandil. Bindifestivalurin vitjar. Kaffi og Køku

Kl 16:00                    Jákupstova í Norðagøtu - Árant greiður frá um Tróndargrund

Kl 16:30                     Aftur til Havnar

Kl 17:15                     á farstøðini

Aðalfundur

20-3-2021

Aðalfundur 2021

Aðalfundr 2021

Góðu Limir.

Tann árligi aðalfundurin verður í Kaffihúsinum 20.mars kl 15:00

Okkurt gott verður til matna,

Skrá

1. Val av orðstýrara

2. Formaðurin sigur frá farna árið

3. Grannskáarin leggur ársrokniskapin framm

4. Grannskáarin leggur framm fíggjarætlan fyri komandi ár

5. Val av nevndarlimun og eykalimun

6. Val av granskáara

7. Fastsetan av limagjaldi fyri komandi ár

8. Ymiskt, sum limirnir ynskja at leggja fram

Einans limir sum hava goldið limagjald fyri 2021 áðrenn aðalfundin hava atkvøðurætt

Um limir hava eitthvørt at leggja framm, kunnu teir senda teldupost til craft@craft.fo 1 viku áren aðalfundin.

Vinaliga

Nevndin

 

Jólasmarknaður

08-11-2020

Jólamarknaður 2020

Jólamarknaður 2020

Góðu Limir.

Kunningarstovan skipar fyri jólamarknaði á Vaglinum, og vit hava biðji um dagarnar 14. december til og við 22. dec . so limir okkara kunnu selja sína heimavirkaðu kvalitets vøru á hesum marknaði.

Vit fáa eina av teimun 6 smáttunum sum verða á Vaglinum, og sleppa at gerða klárt aftaná kl 18 kvøldi fyri vit skulu standa har og sleja okkara vøru.

Vit skipa tað soleiðis, at teir limir sum eru áhugaðir fáa ein dag í part at selja sína vøru. Hettar er uttan kostna fyri limirnar, og í myndini omanfyri, sæst hvussu marknaðurin hevur opið hvønn dagin.

Teir limir sum ynskja at verða við, ringja 281521 og biðja um ein dag, so bera tit sjálvi vøruna oman í básin, tann dagin tit hava valt at verða, og leggja hana fram, og selja hana.

 

Limir kunnu einans selja vøru tey sjálvi hava virkað.

Vinaliga

Nevndin

 

Jólasølan

06-9-2020

Jólasølan 2020

Jólasølan 2020

Góðu Limir, Í ár verður Jólasølan vikuskifti 28. og 29 novembur í Høllini á Hálsi. Limirnir sleppa at pynta sítt borð, fríggjadagin 27 novembur frá kl 16 -18 og annars um morgunin 28 novembur.

Jólasølan letur upp 28. kl 10:00 til kl 18:00 og aftur 29. kl 14:00 - 18:00

Við atlitið til Corona covid 19 verða broyttar mannagongdir. Til hvønn básin sleppa bert 1 sølufólk at verða at gangin, so tit máa skiftast heldur enn at sita 2 ella 3 við hvønn básin, øll sølufólkini fá skerm útleveraðan frá nevndini, at verða í meðan tit eru har, og eitt corona hálsband. Eingin cafe verður, og borðini fara at standa longri frá hvørjum øðrum. Vit brúka baði innaru og uttaru høllina, og einki eykað undurhald verður. tí heita vit á tykkum sum hava borð á jólasøluni, um at hugna um og pynta so tað møguliga verður hugnaligari enn vanligt.

Limir sum ynskja at tegna seg til jólasøluna kunnu ryngja til Mikalu og tegna seg á telefon 225937 í novembur mána. Limagjaldið á 250 kr eigur sjálvsagt at verða goldið tá, og borðini kosta 300 kr stk umframt 10 % av søluni.

Limir kunnu einans selja vøru tey sjálvi hava virkað.

Vinaliga

Nevndin

 

Limabrævið í ár

22-5-2020

Limabrævið 2020

Limabrævið 2020

Góðu Limir, Í ár kemur limabrævið bert út á heimasíðu okkara, tað verður ikki sent við posti. ì 2021 og frammyvir verður limabrævið sent út í Februar, og í har fer at standa áminning um ársaðalfundin við fundarskrá.

Sum tit vita so var aðalfundurin 29 Februar, og har vóru nógvir limir møttir, og fundurin var viðtøkuførður. Margretha Hermansen fór frá sum forkvinna, og sum nyggjur nevndarlimur kom MIkala Gulklett. Nevndin hevur skipa seg, og sær nú soleiðis út.

Forkvinna: Ása Sonja Ziska

Næstforkvinna: Eydna Mikkelsen

Skrivari: Gunnbjørg Danielsen

Limakort: Eydis Holm

Peningarøkil: Ása Sonja Ziska

Limur: Mikala Gulklett

Eykalimur: Poula Hansen

Eykalimur: Elsebeth Wang

 

Hettar árið bleyv annarleiðis enn vit høvdu vanta, Corona broytti so at siga alt, nógvir handlar stongdu eina tíð, eisini okkara handil hevur verði stongdur í ein mánað, og av tí at handilin hevur verði stongdur, hava vit sjálvandi einki selt, so vit fáa ikki tykið ímótir vøru enn, eisini hava vit ikki og selja vit vantandi ikki so nógv í ár sum í fjørð.

Vegna plásstrot, og tí at veggurin ikki heldur undir vektini av teimun mongu troyggjunum sum hanga uppi, mugu vit minka um mongdina av vørum sum hvør einkultur limur hevur loyvið at hava í handlinum til eina og hvørja tíð.

Frammyvir verður bert loyvt at hava max. 6 vaksnamanna troyggjur og 6 barnatroyggjur - og tilsamans bert 25 bundin pløgg pr. lim. Vinaliga kunnu tit, sum vita tykkum hava meiri enn hesi 25 bundnu pløggini, koma eftur teimun, um tit vilja sleppa sjálvi at velja, hvørji av tykkara pløggum verða til sølu í handlinum, nevndin ferð, um tit ikki sjálvi eru komin eftur teimun, um eina tíð, at taka pløggini niður og koyra tey í posar, sum eftur avtalu kunnu heintast í Jóanesar Patursonargøtu 24.

Nevndin hevur valt ein persón, ( Valborg Gulklett), til at taka sær av at pynta vindeyga í handlinum. Um vøra verður seld úr vindeyganum, skal samsvarandi vøra í sama liti leggjast í aftur vindeyga, annars skulu limir halda seg frá vindeyganum, tað vil siga, ikki leggja nakra vøru hjá nøkrum í vindeyga.

Mint verður á at limagjaldið íð er 250 kr. um árið frá 2020 og frammyvir, fellur til gjaldingar 1 mai, vinarliga viðmerk limanummarið tá goldið verður,á konto 9181 1432186. tað gerð tað munandi lættari hjá okkum.

Ein útferð verður atlandi í heyst, meira kunning kemur seinni.

Árliga Jólasølan verður 28 og 29 november, í Høllini á Hálsi, og vit sleppa inn at pinta borðini kl 15:00 fríggjadagin árenn. Borðini kosta 300 kr umframt 10% av søluni, og gjaldið fyri borð skal flytast inn á konto 9181- 4936304 . Tað er bert loyvt limun at selja á jólasøluni, og limir hava ikki lov at selja fyri familiu og vinir sum ikki eru limir.

 

Vinaliga

Nevndin

 

Handilin letur nú upp aftur

4-5-2020

Handilin letur nú upp aftur

Ætlanin er at lata handilin upp aftur.

Í komandi viku, 4 maj lata vit handilin upp aftur, tó bert seinnapart frá kl 14:00 til 17:00, og Leygardag frá kl 10:00 til 14:00

Bert ein kunda inni í senn. Tey íð kunnu taka vakt, verða biðin um at siga frá á Facebook síðuni.

Av tí at handilin hevur verið stongdur, og harav fullur av vøru, verður ikki tykið ímótir vøru fyribils. Sagt verður frá, tá tykið verður ímótir vøru aftur.

Hettar SKAL haldast.

Nýggir limir kunnu ikki tegna seg fyribils, restina av árinum.

Vinaliga

Nevndin

 

vársølan í Føroyahúsinum

12.03.2020

Vársølan 3 og 4 apríl 2020

Vársølan í Føroyahúsinumi

Verður avlýst.

Soleiðis sum støðan er nú við corona virusinum, so síggja vit ongan annan útveg ann at avlýsa vársøluna, vit siga frá aftur her á síðuni, um vit takað tað upp aftur.

Vinaliga

Nevndin

 

12.10.2019

Vársøla í Føroyðahúsinum

Vársøla Í Føroyðahúsinum í København

Verður 3 og 4 Apríl 2020. Vit hava fyngið eina avtalu í lag við Føroyðahúsinum, har limir okkara sleppa at sleja teirra vøru í hølinum har.

Limirnir bera sjálvir útreiðsluna av ferini,  og uppihaldið og at fáa teirra vøru til Danmarkar, og felagið gjaldir fyri høli, og lysa við søluni. Vit sleppa inn at seta upp og pinta borð 2 Apríl.

Limir sum ynskja at verða við, kunnu ringja 281521

Nevndin

 

12.10.2019

Jólasølan

Jólasølan hjá Føroya Heimavirki

Verður í hølini á Hálsi Leygardagin 30 nov.frá kl 10:00 -19:00 og sunnudagin 1 dec. Frá kl 14:00 - 19:00

Limir sum hava goldið limagjaldið, kunnu biðja um borð til Jólasøluna, hjá Eydis Holm tlf 273515 frá mánadegnum 14 okt til 25 nov.

Borðini kosta 300 kr og so takað vit 10 % av søluni aftrat.

Eins og undanfarin ár, verður cafè við ymiskum góðum til matna, og undirhald so sum sangur, kór vitja, og møguliga onkur annar, og Jólamaðurin vitjar eisini.

Sum nakað eykað í ár, atla vit at hava mótaframsýning, har limir vísa ymiskt sum er til sølu.

Við Jólakvøðu

Nevndin

 

03.10.2019

Konferensa í Estlandi

International Confernse Studying Traditional Crafts: Goals and Methods in Higer Education
Konferansa í Estlandi frá 12-13 november 2019 í Viljandi Estonia

Traditiona handicraft techniqes are taught and studied in only a few European higher education institutions, so this year`s native crafts conference will be a uniqe international arena where experts in this field come to share and establish new collaborative relationships.

The working language of the conference is English.

Organiser: Department of Native Crafts of University of Tartu Viljandi Culture Academy.

Registration is open until 15th of Oktober 2019

Les meira

29.08.2019

Nordic Craft Week pattern 7

Mittens from Faroe Islands
Pattern in English / ohje suomeksi.
 

Les meira

11. september 2019 kl. 19.00-22.00

Kaffihugni Fyri Limir Okkara

Kaffi og prát um ìslandsferðina sum Margretha og Helena vòru á

Mikudag tann 11. september 2019 kl. 19.00-22.00

Les meira

9. feb. 2019 kl 14.00 ì Kaffihùsinum

Bindiskeið

Sára Mrdalo lærir okkum at binda

At hava við:
5 stokkar nr 4
hóskandi tógv (tveir litir)
2 stokkar nr 6
hóskandi tógv