Vælkomin til okkara heimasíðu

Her fara vit at lýsa við skeiðum, útferðum og øðrum tiltøkum, sum vit fara at havafyri limir okkara. Um tú ynskir at vera við til okkurt av hesum, so er bara at gerast limur.

Vit vísa eisini til heimasíður hjá okkara norðurlendsku heimavirkis vinum, og teimum europeisku heimavirkunum. Onkuntíð er møguleiki fyri at sleppa á eitt skeið, sum verður hildi í einum norðurlandi. Spyrji endeliga um tað er okkurt, sum sær áhugavert út.

Á hvørjum ári hava vit eina jólasølu, sum vanliga liggur fyrsta vikuskifti í advent. Har er nógv spennandi at ogna sær, altíð gott undirhald, og okkurt gott til matna.

Eisini hava vit ein handil í Niels finsens gøtu, mitt í høvuðsstaðnum har mangt og hvat hondgjørt verður selt. Heilt vist eina vitjan vert.

Tíðindi

Her kanst tù fylgja við ì tì sum hendir ì Heimavirkjum her ì Føroyum og uttanlandað.

Les meira

Handilin

Kom ein túr inn á gólvið um tú manglar eina troyggju ella eina sjáldsama gávu.

Les meira

Myndasavn

Hygg inn ì okkara myndasavn, og sìggj nakrar av vørunum vit hava ì handlinum.

Les meira