Føroya Heimavirkisfelag!

Føroya Heimavirkisfelag varð stovnað í 1986. Einki felag av slíkum slag var í Føroyum tá, men vóru fleiri lokal feløg, ið seldu heimavirkaðar lutir, t.d. Norðoya Heimavirki, Eysturoyar Heimavirki, Føroyskt Heimavirki og Suðuroyar Heimavirkið. Høvuðsorsøkin til at stovna eitt landsumfatandi heimavirkisfelag var at koma formliga upp í Nordens Husflidsforbund. Íhesum felagsskapinum hevur hvørt landi sær formansskapin i trý ár, og í sambandi við yvirhandanina av formanskapinum er triðja hvør ár heimavirkisting. Eisini skipar hesin felagsskapurin fyri heimavirkislegum hjá teimum ymisku londunum eftir tørni.

 

Nevndin í Føroya Heimavirkisfelag:

Margretha Hermansen, formaður

Eydna Mikkelsen næstformaður og limalisti

Gunnbjørg Danielsen skrivari

Sonja Ziska peningarøkil

Anja Petersen limakort

Poula Hansen eykalimur